top of page

Stuðuls-politikkur

Vit fáa á hvørjum ári hópin av fyrispurningum um stuðul, og tað ber tíverri ikki til at ganga øllum á møti. Vit hava tí avgjørt at avmarka okkum, soleiðis at vit lata stuðul 4 ferðir um árið.

Ætlar tú ella tit at søkja um stuðul, fyll/ið teigarnar út niðanfyri.​

Til ber at søkja um fíggjarligan stuðul til feløg, einstaklingar, átøk o.o., hvørs endamál eru vælgerandi, mentanarlig ella ítróttarlig. Umsóknir úr nærøkinum hava fyrimun. Stuðul verður ikki latin til privat ella vinnulig endamál, eins og stuðul vanliga ikki verður latin til námsferðir hjá skúlaflokkum.

Kanjon velur frítt, hvørjar umsóknir verða stuðlaðar og við hvørji upphædd. Ikki er vist, at allar umsóknir fáa játtandi svar.

Stuðulsumsóknir verða viðgjørdar hvønn ársfjórðing, og allir umsøkjarar fáa skrivligt svar. 

Einans umsóknir, sum eru sendar inn umvegis heimasíðuna, verða viðgjørdar. Søkt verður um stuðul við nágreiniliga at fylla út teigarnar niðanfyri og síðani trýsta á knøttin „Send umsókn“. Avsendarin fær síðani eini boð um, at umsóknin er móttikin og verður viðgjørd fyrstkomandi ársfjórðing.

Umsókn um stuðul

 

Fyll teigarnar út niðanfyri og trýst á „Send umsókn“. Allar upplýsingar verða handfarnar í trúnaði.

Viðheft møgulig skjøl
Viðheft møguligar myndir

Umsóknin er móttikin og verður viðgjørd fyrstkomandi ársfjórðing

bottom of page