top of page

Um

Kanjon

Kanjon virkar bæði sum høvuðsarbeiðstakari og undirveitari. Vit loysa allar byggiuppgávur, tí vit hava uppbygt eitt gott samstarv við feløg og undirveitarar bæði í Føroyum og uttanlands.

 

Kanjon hevur útgerð og amboð til tað mesta, men um tað er neyðugt útvega vit neyðugu útgerðina alt eftir tørvi á tí arbeiði, sum skal gerast.

 

Umráðandi er at hava gott samskifti um alt, ið skal gerast, so at ætlan verður til veruleika. Hevur tú eina ætlan? Lat so okkum hjálpa tær at fáa hana til veruleika!

Grat Reistur.jpg

Søgan

Í 1967 fóru brøðurnir Jóhannes og Kjartan Hansen í Garðinum undir byggivirkið, sum teir nevndu Kanjon eftir Kjartani og Jóhannesi. Fyrstu húsini, sum teir smíðaðu, vóru tey hjá Helga Mørkøre. Í 1969 stoyptu teir vegin á Fornagørðum og út móti sjúkrahúsinum. Í 1972 bjóðaðu teir uppá hangarin á flogvøllinum, og teir fingu hetta stóra arbeiðið, og so gekk tað skjótt.

Um somu tíð arbeiddu teir uppá ferjuleguna og bygningin í skúlanum, har fimleikahallirnar eru, og uppá lærlingaheimið á Tekniska Skúla.

Tað var stórur tørvur á skúlastovum í Klaksvík. Ætlanin var at seta barakkir upp. Tá var tað, at Tróndur Fuglø, arkitektur, sum fyri stuttum var komin aftur til heimstaðin, og Kanjon bjóðaði pakkaloysnina, sum var fyrsti Skúlin við Ósánna, ið hevði innilokaðan skúlagarð við skúlastovum uttanum. Byggitíðin var níggju mánaðir, og Kanjon bygdi skúlar av sama slag í Hoyvík og á Argjum.

Byggivinnan er tætt tengd at uppgongdstíðum og niðurgogdstíðum. Viðhvørt hevur tað verið meiri arbeiði og aðrar tíðir minni at gera. Kanjon innrættaði nýggja útvarpshúsið og arbeiddi nógv á Hotel Føroyum. Tá ið tað vóru flestir í starvi vóru teir um hálvtannaðhundrað. 

Kanjon hevur bygt skúlar og ellis- og røktarheim og aðrar stórar bygningar, og Kanjon stóð fyri stóru útbyggingini av havnarlagnum vestarumegin í Klaksvík. 

Tá ið kreppan leikaði í 1994, var bara ein maður í arbeiði hjá Kanjon, sum hóraði undan. Sonur Kjartan, sum eisini eitur Kjartan og er útlærdur skipsførari, keypti fyritøkuna í 2006. Tá ið hann tvey ár frammanundan fór at arbeiða hjá Kanjon, vóru tólv menn í arbeiði. Í 2019 vóru teir 60-70. Helmingurin var úr Klaksvík, ein triðingur útlendingar og hinir vóra alla aðrastaðni frá í Føroyum.

Kanjon heldur til á Skarðhamri, men arbeiðsøkið fevnir um allar Føroyar.

bottom of page